Nógvar landingar í dag

Bæði línuskip, trolarar, djúpvatnstrolarar, trolbátar og útróðrarbátar seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag. Tilsamans var talan um tilsamans 180 tons, sum fóru fyri góðar 2,2 milliónir krónur.

Mest var av toski, góð 45 tons, og tað mesta fór fyri millum góðar 13 og knappar 15 krónur í meðal fyri kilo. Góð 30 tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II og III, sum fór fyri ávikavist 11,04 krónur og 9,68 krónur í meðal.

Línuskipini høvdu nakað av longu og brosmu. Av longu vóru knappliga 30 tons og av brosmu eini 15 tons. Tað mesta av longuni fór fyri millum knappar 11 og knappar 12 krónur, og meginparturin av brosmuni fekk meðalprísin 7,11 krónur.

Tveir trolarar høvdu fitt av kongafiski og svartkalva. Kongafiskurin fór fyri 9,87 krónur og svartkalvin fyri 25.00 krónur.