Aftur í dag klokkan 11 sendir Kringvarpið beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi gudstænastu úr Havnar kirkju. Tað er, eins og undanfarnu sunnudagar, ein gudstænasta uttan kirkjufólk. Men hinvegin kunnu fleiri kring landið fylgja við í KVF. Sonja Klein, prestur, prædikar. Gudstænastan verður eisini teknmálstulkað.
Christianskirkjan hevur lagt andaktir út á teirra facebooksíðu, og tað hava tey sagt, at tey fara at halda fram við.
Fleiri aðrar kirkjur stroyma nú eisini gudstænastur á netinum. Millum aðrar hava Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja lýst við tí. Fyrr í vikuni vóru eisini nakrar kirkjur, ið stroymdu føstugudstænastu.
Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, millum aðrar Ebenezer, Lívdin, Siloa, Keldan og fleiri onnur.
Nøkur missiónshús stroyma eisini møti á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum og KFUM&K í Klaksvík.
Sunnudagsskúli er eisini á netinum, og tað sæst á spirar.fo