Nógvar fyrireikingar

Tað er ikki bara á leikarasíðuni, at nógvar fyrireikingar skulu gerast, tá meldað verður til europeiskar kappingar

Europa-Cup

Tað eru ein heilur hópur av fyrireikingum, sum skulu fáast frá hondini, áðrenn eitt slíkt til tiltak, sum Europa-Cup dystir eru, kann fáast frá hondini.
Mikukvøldið fingu vit orðið á formannin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, og spurdu vit hann, hvør hansara lutur í øllum hesum hevur verið.

Lagaligir gestir
Umframt tær fyrireikingar, sum hava ligið í, fyrst at tikið avgerð um luttøkuna og síðani at savna inn pening, so hevur formaðurin verið aktivur fundarluttakari í nógvar mátar.
- Tað fyrsta, sum hendi eftir lutakastið, var sjálvandi at avtala, hvar dystirnir skuldu spælast.
- Tað er jú soleiðis, at EHF ásetur tveir leikdagar, sum skulu fevna um heima- og útidyst, men í okkara føri hevur tað so eydnast at fáa báðar dystirnar her í Føroyum.
Spurdur, um hetta hevur verið ein løtt avtala at fáa, sigur Jógvan Sigurd, at tað hevur tað sum so verið.
- Eg má bara siga, at hollendingarnir hava verið sera lagaligir at fingist við. Sjálvandi hava nakrar peningaligar treytir verið, og merkir hetta millum annað, at vit rinda fyri ferð og uppihald hjá bæði Hellas og dómarunum, men hinvegin hava vit so allar inntøkurnar av dystinum, so tað er helst ikki meira enn rímiligt.
- Í øllum førum meta vit, at hetta er eitt tak, sum er fíggjarliga forsvarligt, og ítróttarliga vil tað sjálvandi vera ein fyrimunur hjá okkum, at báðir dystirnir eru á heimavølli.

Okkara er liðugt
Áðrenn hann eftir mandstystin mikukvøldið legði leiðina til seinasta EC-fundin á hesum sinni, fekk Jógvan Sigurd tó lagt afturat, at hann í allar mátar hevur sera góð orð at bera hollendingunum.
- Sum sagt, so hava tey verið sera lagalig at fingist við, og sum so hava eingir trupulleikar verið. Alt samstarv hevur gingið ígjøgnum ein fastan kontaktpersón, og tað hevur sjálvsagt lætt sera nógv um okkara part av arbeiðnum.
- Nú er hesin parturin so liðugur, og so er bara at vóna hjá okkum, at vit fara at fáa tveir spennandi og undirhaldandi dystir móti Hellas, sigur VÍF formaðurin at enda.