Nógvar framsýningr í Ribarhúsi

FRAMSÝNING

Ribarhús í Fuglafirði

Eitt nýtt ár er byrjað , eisini hjá gallarí Ribarhúsi.
Síðsta ár varð gallaríið sera væl vitjað, og vóru 12 framsýningar í húsinum.
Fyrsta framsýning í ár letur upp 25. januar, og er tað kendi listamaðurin, Jan Ulrik Friis, ið sýnir fram umleið 25 oljumálningar.
Síðst í februar verður tað Ester Hansen úr Gøtu, ið fer at vísa fram tekningar og málningar.
í mars fer havnarmaðurin, Eli Smith at sýna fram, og fyrst í aprílmánaði fer Olivur við Neyst at sýna fram.
Seinnapartin í apríl fer fuglfirðingurin Helgi Midjord at sýna fram.
Hálvan mai fáa vit vitjan av Jógvani Asbjørn Skaale, sum vit ikki hava hoyrt nógv frá í seinastuni, so tað verður óiva spennandi.
Í juni verður onkur framsýning við luttøku av næmingum frá Fuglafjarða Skúla.
Juli er mánaðurin, tá Varmakelda er, og í ár verður Fuglafjørður saman við Klaksvík eisini karmur um Nordvesten tiltakið, ið verður hildið annaðhvørt ár.
Í gallarínum verður framsýning við norðurlendskum listafólki.
Í august og september verður eisini okkurt spennandi, men er ikki komið upp á pláss enn.
Síðst í oktober til síðst í november verður tað Kári Svensson, ið fer at sýna fram.
Í desember verður eisini onkur framsýningin
Annars eru eisini tónleikatiltøk av og á í húsinum, og verður hetta eisini í ár.