Nógvar fosturtøkur

Nýggj hagtøl hjá norsku heilsumyndugleikunum vísa, at meiri enn helmingurin av teimum yngru kvinnunum í Oslo, sum gerast við barn, velja at taka fostrið. Tølini umfata bara kvinnur av norskum uppruna, og sum eru yngri enn 25 ár. Somu tøl vísa, at árliga fáa umleið 14.000 norskar kvinnur fosturtøku, og at tað eru yvirhøvur ungar kvinnur í Oslo og norðuri í Finnmørkini, sum velja at taka fostrið.