Løgreglan hevur tikið fleiri fólk fyri brot á ferðslulógina seinastu dagarnar.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í morgun steðgaði løgreglan trimum bilførarum í eini 30-sonu við Suðuroyar sjúkrahús. Ein koyrdi 45 km/t og fær eina bót, ein koyrdi 48 km/t og fær eitt klipp, meðan tann triðji koyrdi 55 km/t og fekk tí eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Í Vágatunlinum vóru eisini fleiri, sum koyrdu ov skjótt. Har vóru sjey bilførarar máldir at koyra millum 100 og 105 km/t, sum allir fáa klipp í kortið. Ein varð tikin fyri at koyra 112 km/t, sum vanliga vildi ført til treytaða frádøming, men tá mált verður við lasara, skulu trý prosent trekkjast frá. Tí endar hann beint undir markinum, sum er 110 km/t, og fær tí eitt klipp, sum hinir.
Ein bilførari afturat bleiv steðgaður uttan fyri tunnilsmunnan í Kollafirði. Hesin yvirhálaði við busssteðgiplássið uttan fyri tunnilsmunnan, men har er heil linja, sum merkir, at tú ikki hevur loyvi at koyra tvørtur um, ei heldur fyri at yvirhála. Hesin bilførarin fær eisini klipp í kortið.
Tá ein hevur fingið trý klipp í kortið, skal ein til nýggja koyriroynd.