Nógvar eru 1. apríl søgurnar

1. apríl er einasti dagurin á árinum, har tað er púra lógligt at lúgva og lumpa fólk

Hetta er ein gamal skikkur, sum eftir øllum at døma hevur sín uppruna í Fraklandi. Nú hava nærum allir miðlar við virðing fyri sær sjálvum eina aprílsøgu 1. apríl, eins og fólk í hópatali lumpa og verða lumpað. Vit hava her funnið nakrar aprílsøgur úr rugvunum, sum hava verið at sæð og hoyrt gjøgnum árini.

##med2## 

FØROYAR

1965 Útvarp Føroya:

Hvítabjørnin

Tann mest tiltikna aprílsøgan av øllum mundi vera, tá Niels Juel Arge kunngjørdi, at ein hvítabjørn var rikin inn á Havnarvág á einum ísfjalli, sum var sagt at vera so stórt sum hálv Lítla Dímun.

Veturin hevði verið óvanliga kaldur við nógvum ísi í íslandi.

Tað fór maður av húsi oman á kaiina fyri at síggja hvítabjørnina. Hetta mundi vera fyrstuferð, at ein føroyskur miðil lokkaði fólk apríl.

Henda aprílsøgan var tó ikki meiri ósonn enn so, at eitt skip, nevnt Hvítabjørnin, júst varð blivið sleipað inn á Havnarvág tann morgunin. So fólk sóu eina Hvítabjørn, um enn hon ikki var livandi.

 

1976 Útvarp Føroya:

Postverkshald á Vaglinum

Í sambandi við at Postverk Føroya var yvirtikið og fekk eitt veðrahorn til búðmerki boðaði útvarpið frá, at tað skuldi vera stórt tiltak á Vaglinum. Millum annað skuldi Finnbogi Ísaksson, landstýrismaður, skeinkja sterkt úr einum veðrahorni, sum hann fingið í tanngávu frá gubba sínum á Trøllanesi.

Harumframt skuldu allir løgtingsmenn ganga skrúðgongu.

Tað vóru nógvar tystar sálir, sum til fánýtis leitaðu sær oman á Vaglið hendan dagin, eftir at hava hoyrt lýsingina í útvarpinum, og onkur løgtingsmaður varð eisini purraður út av eini ørkymlaðari konu, sum helt, at maðurin nú var ov seinur til skrúðgonguna.

 

2007 Sjónvarp Føroya:

Kirkjugóðs á danskar hendur

Sjónvarpið hevði eina samrøðu við Hera Joensen, prest, í sambandi við at fólkakirkjan skuldi yvirtakast. Ført var fram, at danski staturin kravdi alt kirkjugóðsið, um kirkjan skuldi á føroyskar hendur. Bæði stakar, altardúkar og alt, sum føroysku kirkjurnar áttu, skuldi sendast til Danmarkar. Heri Joensen var sera álvarsamur og vónaði, at hann fekk stungið okkurt silvur til viks, áðrenn danir komu eftir tí. Nógv fólk gjørdust í øðini, og hetta var eisini, bensin á logan hjá fleiri tjóðveldissálum.

 

2007 Portalurin hjá Sosialinum:

Eingi egg á páskum

Yvirskriftin á Portalinum ”Eingi egg á páskum” fekk fólk at kima sølustøðini niður fyri at leggja sær egg til síðis. Orsøkin til eggjatrotið segðist vera verkfall á donskum høsnagørðunum. Bæði stjórin
í Keypsamtøkuni og í Miklagarði”úttalaðu” seg, og søgdu seg harmast, at teir ikki høvdu fingið hendur á eggum aðrastaðni frá. – Vit vera helst í uppisetri av eggum langt fyri páskirnar, søgdu teir báðir, og harmaðust um, at børn í Føroyum ikki sluppu at rulla páskaregg tað árið.

 

DANMARK

1946 DR:

Síggja allan heimin?

Nei, tað má vera apríl!

Ein uppfinnari hevur nú uppfunnið eitt tól, sum kann síggja eitt og hvørt stað á klótuni.

1983 DR:

Livandi páskaregg

Ein sjokolátaframleiðari er nú farin at gera páskaregg við livandi høsnarungum innaní. (Ikki er neyðugt at siga, at hetta fekk øði í djóravinir í øllum Danmark)

1985 DR:

Parabolir til øll

Ein uppfinnari hevur av tilvild funnið útav, at tað ikki er neyðugt at keypa sær parabol. Tað ber nevniliga til at nýta eina vanliga steikipannu, sum er klødd við staniol, og har antennuleidningurin er vundin um pannuskaftið. (Tølini vístu, at sølan av stanniol var methøg eftir hesi tíðindi)

2001 Internettænastan Opasia:

Internetið steingir

Opasia bar tey tíðindi, at handlar á internetinum nú skuldu fylgja somu afturlatingarlóg, sum vanligir handlar. Hetta fyri at forða ójavnari kapping.

2009 Tv2:

Títt egna gøtunavn

Tv2 syd greiddi frá, at fyri at fáa fólk at flyta til býin og kenna seg heima, fingu tilflytarar í Horsens møguleika at at fáa eina gøtu ella eitt torg uppkallað eftir sær. Eisini var ein samrøða við ein asiata, sum hevði fingið eitt stórt pláss frammanfyri Teatrinum uppkallað eftir sær. Hetta fekk fólk, sum vóru fødd og uppvaksin í Horsens at mótmæla.

ONNUR LOND

1962
svenska sjónvarpið, Svøríki:

Frá svørt/hvítum til litir

Bert ein kanal var í Svøríki um hetta mundi, og
hon var svørt/hvít. 1. apríl kom tekniski leiðarin á skíggjan og greiddi frá, at nýggj tøkni hevði við sær, at øll nú kundu síggja litsjónvarp. Tað einasta, sum kravdist var, at tey smoygdu ein nylonsokk yvir sjónvarpið. (Eitt túsundtal av svenskarum hoppaðu uppá tað og royndu seg við nylonsokkum).

1975
This Day Tonight news, Australia:

Nýggj tíðarskipan

Tíðindini vildu vera við, at Australia skuldi skifta til metriska tíð. Tað merkti, at tað vóru 100 sekund í hvørjum minutti, 100 minuttir í hvørjum tíma og dagurin skuldi bert vera 20 tímar. Sekund skuldu nú eita millidagar, minuttir skuldu eita sentidagar og tímar skuldu eita desidagar. (Tað var ein stormur av frustreraðum borgarum, sum kærdu sína neyð um nýggju skipanina, og ein vildi vita, hvar hann kundi fáa pening aftur fyri tað nýggja digitala urið, hann júst hevði keypt fyri nógvan pening, men sum nú ikki kundi nýtast longur.)

1976 BBC, Ongland:

Sveimandi kensla

Bretski stjørnuserfrøðingurin, Patrick Moore, kunngjørdi á BBC Radio2, at eitt heilt serligt astronomiskt fyribrigdi fór at henda, sum lurtarar eisini kundu uppliva heima. Hann greiddi frá, at Pluto fór at ferðast aftanfyri Jupiter, at at tað fór at minka um tyngdikraftina á jørðini eina løtu. Um fólk hoppaðu júst kl 9:47, so fóru tey at sveima. (BBC fekk í hundraðtal av uppringum frá fólki, ið greiddu frá, at tey høvdu upplivað tað. Ein kvinna greiddi enntá frá, at hon og 11 av hennara vinfólki vóru drigin upp av stólunum og høvdu sveimað runt í stovuni.)

1994
PC Magazine, USA:

Antin alkohol ella internet

Blaðið hevði hesa søguna 1. apríl: Senator Edward Kennedy hevur lagt eitt uppskot fyri kongressina, sum skal gera tað ólógligt at nýta internetið, um man er ávirkaður av rúsdrekka. Heldur ikki verður loyvt at kjakast um ting, ið hoyra kynslívinum til, á øðrum almennum kjaktorgum. Uppskotið gevur FBI loyvi avlurta telefonirnar hjá teimum, ið nýta internetið ávirkað. Uppskotið fer við vissu at verða samtykt, tí hvør politikari vil stuðla drykkjuskapi og teldusex? (Greinin fekk øði í so nógvar amerikanarar, sum ringdu til Senator Edward Kennedy, at hann mátti standa fram alment og avsanna, at hann átti nakað slíkt uppskot)

1998 Burger King, USA:

Burgari til lámar

Burger King hevði eina heilsíðulýsing í USA Today, har teir presenteraðu whopparan til lámar, sum var serliga framleiddur til teir 32 milliónir amerikanarnar, sum nýta vinstru hond.

Whopparin til lámar var gjørdur úr sama tilfari, sum tann vanligi whopparin, men alt, sum var í, var snarað 180 stig til fyrimun fyri lámar.

Dagin eftir kunngjørdi Burger King, at tað bert var ein aprílsøga, men teir søgdu frá túsindavís av fólki, sum høvdu spurt eftir whopparanum til lámar. Eisini vóru fleiri, ið úttrykkiliga høvdu biðið um tann vanliga whopparan til høgrahent.