20 prosent av teimum donsku vinnufeløgunum eru so illa fyri fíggjarliga, at tey kunnu fara í gjaldssteðg í ár Tað er líkt til, at nógvar danskar fyritøkur noyðast at gevast við virksemi sínum, áðrenn hetta árið er runnið.
Greiningarfelagið Experidan hevur kannað viðurskiftini hjá 167.919 parta- og smápartafeløgum, og kanningin vísir, at 20 prosent av feløgunum eru so illa fyri, at tey kanska noyðast at gevast í ár.
Ringast stendur til í Keypmannahavn og har um vegir, har 20,2 prosent av feløgunum eru so illa fyri, at tey eru um at fara av knóranum. Aðrastaðni á Sælandi er talið 18,2 prosent.
Experidan sigur, at støðan hjá teimum donsku vinnufeløgunum hevur ikki verið so ring tey seinastu tólv árini.