Nógvar broytingar í donsku stjórnini

Fleiri nýggj nøvn koma í donsku stjórnina í dag, og í øðrum førum flyta ráðharrar úr einari ráðstovu í eina aðra. Eitt nú fer Lene Espersen úr búskaparmálaráðnum og verður uttanríkisráðharri. Sammstundis fer Per Stig Møller úr uttanríkisráðnum í mentamálaráðið, har hann avloysir Carina Christensen. Brian Mikkelsen, løgmálaráðharri, verður nýggjur búskaparmálaráðharri.

Í gjárkvøldið frættist, at Søren Gade fer frá sum verjumálaráðharri, og í hansara stað kemur Gitte Bech Lillelund.

Hinar broytingarnar eru:

Søren Pind verður menningarmálaráðharri ístaåðin fyri Ullu Tørnæs. Bertel Haarder, sum hevur umsitið skúlamál, skal nú umsita heilsumál, og verandi heilsumálaráðharrin, JacobAxel Nielsen, fær ídnaðarmál at umsita. Karen Ellemann fer frá sum almannamálaráðharri og skal umsita umhvørvismál, og verandi umhvørvismálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, verður skattamálaráðharri. Benedikte Kjær verður ráðharri í almannamálum. Hans Christian Schmidt yvirtekur samferðslumál frá Lars Barfoed.