Nógvar bøkur

Ongantíð áður eru so nógvar bøkur komnar á føroyskum sum undanfarna ár. Heilar 169 í tali. Tað kundi Føroya Landsbókasavn staðfesta longu annan dagin í nýggja árinum.

 

Tað besta føroyska bókaárið hevur higartil verið 1990, tá 161 bøkur vórðu útgivnar á móðirmálinum. Fyrrárið løgdust 121 bøkur afturat tiltakandi føroyska bókavarðanum. Í fjør varð so samlaða talið av føroyskum bókum 169. Millum hesar taldist bók nummar 4000 á føroyskum máli. Tað var bókin hjá Andrasi Mortensen ?Hin føroyski róðrarbáturin?, sum kom út hin 29. november.

Við teimum 169 bókunum, sum komu aftrat í fjør, er samlaða talið av føroyskum bókum í eitt 178 ára skeið komið upp á 4.051. Soleingi hava føroyskar bøkur verið til. Tað var í 1822, at hin fyrsta føroyska bókin skrivaði søgu.

Skifta vit tær 169 bøkurnar, sum komu í fjør, í ymsar bólkar, kunnu vit staðfesta, at stórsti bólkurin er yrkisbókmentir. Heilar 76 av teim íalt 169. Men nógv tær flestu føroysku yrkisbøkurnar í fjør vóru upprunaføroyskar. Bert 14 teirra vóru týddar.

Næst stórsti bólkur av bókum eru barna- og ungdómsbøkur. Her eru tær allarflestu týddar. Bert 3 av teim tilsamans 37 vóru upprunaføroyskar. Bókadeild Føroya Lærarafelags er virknasta forlag á hesum øki.

Triðstórsti útgávubólkur er fagurbókmentirnar, sum í fjør taldu 32 titlar. Heili ellivu yrkingasøvn og fýra sjónleikir, eins nógvir og upprunaføroysku skaldsøgurnar. Telja vit tær týddu skaldsøgurnar við, so fáa vit tíggju umframt. So margháttligt tað ljóðar, so kann verða, at týðingararbeiði er tað, sum lønar seg best, tá um skaldsøgur ræður. Tað forlagið, sum hevur gjørt mest vart við seg í hesum bólki, man vera forlagið Sprotin.

Síðsti bólkurin av bókum eru skúla- og lærubøkurnar, sum vóru 24 í tali. Tær allarflestu upprunaføroyskar, bert tvær týddar. Tað er Skúlabókagrunnurin, sum sambært lóg er mest virkin á hesum øki. Tó eru fleiri útgávur rættguliga almennar, sum til dømis ?Havið? og ?Flora?.

Í alt komu 169 bøkur í fjør - 103 upprunaverk og 66 týðingar.

Umframt hesar 169 bøkurnar á føroyskum eru eisini útkomnar ein hópur av bókum um føroysk viðurskifti á øðrum málum - serliga á donskum. Árbøkur, ársfrágreiðingar, álit og annað eru heldur ikki taldar við í tær 169 bøkurnar. Heldur ikki tær tíggju føroysku ljóðbøkurnar, sum eru føroyskar bøkur lisnar inn á bond, fyrst og fremst at brúka hjá teimum, sum ikki fáa lisið vanligar bøkur. Hesar ljóðbøkur verða lisnar inn á band á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð.