Nógv virksemi í Runavík

Íbúðarbygging, parkeringspláss og skúlaumvæling eru nakrar av verkætlanunum, sum eru í gongd í Runavíkar Kommunu

 

Kommunumál



Runavík: Runavíkar Kommuna er í støðugari menning. Handilsbygningar og íbúðir eru nøkur av næstu stigunum, tikin verða.

Oman fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim verða væntandi fleiri smærri íbúðir bygdar komandi ár, sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík.

Talan er um verkætlan, sum Høgni Mikkelsen, byggimeistari, fer at gera. Jákup Lamhauge sigur, at ætlanin er at byggja fleiri smærri íbúðir, sum fólk, ið vilja sleppa úr størri húsum, so kunnu ogna sær. Lendið til bygginginga er keypt, sigur býráðsformaðurin, men enn er arbeiðið ikki farið í gongd. Býráðsformaðurin sigur, at ætlanin var at bygja í ár, men hetta varð útsett. Stutt og greitt tí, at fólk fekst ikki at gera arbeiðið.

Runavíkar Kommuna letur íbúðirnar byggja, men fer ikki at eiga tær, tá liðugt er. Fólk, sum ætla at flyta í tær, fara at keypa tær aftur frá kommununi.

Skúlin á Glyvrum verður høvuðsumvældur. Hetta er stórarbeiði, sum hevur staðið við eina tíð, og enn ikki er liðugt.

Jákup Lamhauge sigur, at alt verður rivið innan úr skúlanum, Soleiðis bókstaviliga. Síðan verður gjørt av nýggjum aftur. Arbeitt hevur higartil verið fyri einar sjey-átta milliónir seinastu fýra árini, og hildið verður fram, til komið er gjøgnum allan skúlan, sum hann er.

Skúlin er frá 1958, og krøvini vóru ikki tey somu til skúlan tá, sum tey eru nú.

Annars verður kannað, hvussu gerast skal við skúlaverkið í Runavíkar Kommunu sum heild, sigur býráðsformaðurin. Skúlin er við at koma í hølistrupulleikar. Í løtuni eru fýra kommunalir skúlar í kommununi. Í Rituvík, Runavík, Glyvrum og Søldarfirði. Um ein nýggjur, stórur meginskúli skal byggjast, ella hvussu farast skal fram, má nakað skjótt fáast ein avgerð um, skilst á býráðsformanninum.

Eisini handilsvinnan í Runavík er í menning. Eitt nýtt, stórt handilshús verður bygt nakað skjótt í Runavík, og Runavíkar Kommuna hevur samtykt at gera parkeringsøki til bygningin. Talan verður um kjallaran í hesum nýggja handilsbygninginum, sum kommunan skal eiga.

Tað er soleiðis, sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður, at Runavíkar Kommuna eigur øll parkeringsplássini fram við høvuðsvegnum við undantaki av onkrum lítlum øki onkustaðni. Tí varð eisini hildið rætt, at kommunan gjørdi parkeringsplássið til hendan nýggja bygningin og sjálv eigur tað.

Eisini annar bygningur er í ger beint oman fyri havnarlagið. Tað er eitt reiðaravirki, sum byggir goymslubynging við havnina. Bygningurin verður í trimum hæddum, har niðasta hæddin verður goymslurúm í smaband við fiskivinnuna, meðan tær báðar ovaru verða til handilsvinnu og skrivstovuhøli.

Annars er nýggja saltgoymslan, sum føroyska-íslendska felagið Hafnarbakki hevur bygt á Glyvrum, liðugt og klárt at taka í móti fyrstu saltlastini. Væntandi kemur fyrsta skipið einaferð beint eftir mánaðarskiftið, sigur Jákup Lamhauge býráðsformaður í Runavík, sum ikki stillar upp aftur til kommunuvalið í næstu viku.