Nógv virksemi á Oyrunum

Seinasta hond verður løgd á fundamentini til marghøll í Vági.

Arbeiðið at byggja marghøll í Vági er byrjað.

 

 

Í hesum døgum er nógv virksemi á Oyrunum í Vági, nú seinasta hond verður løgd á fundamentini, sum verða liðug í komandi viku.

 

 

 

Arbeiði at javna undirlagið er eisini ígongd og er komið væl áleiðis. Hetta arbeiðið verður eisini liðugt í komandi viku, skrivar Suðurrás.

 

 

Alt arbeiðið við fundamentunum og undirlagnum verður klárt í komandi viku, soleiðis at klárt er at fara ígongd við at fyrireika uppsetan av sjálvari høllini fyrst í oktober.

 

 

Tað er Spf Norcon í Vági, sum stendur fyri arbeiðinum við útgrevstri fyri fundamentum, stoyping av fundamentum og javning av undirlagnum inni í sjálvari høllini.