Nógv virksemi á Oyrareingjum

Nýggja havnin á Oyrareingjum kemur longu til sín rætt. Tveir russar hava ligið har nakrar dagar, og fyrst í apríl fer Samskip at flyta virksemi sítt hagar Leygardagin varð havnin á Oyrareingjum tikin alment í nýtslu. Tá lá Smyril við bryggju har sum fyrsta skip. Men tá hátíðarhaldið var av, byrjaði vanligur gerandisdagur aftur, og Smyril fór í sigling millum Tórshavn og Drelnes.

Tó hevur nýggja havnin ikki ligið tóm líka síðan. Seinastu dagarnar hava tveir »russar« ligið við bryggjuna har, og vóru teir sostatt teir fyrstu at veruliga nýta nýggju havnina.

Bátarnir á myndini eru Baltic Forward og Kapitan Edemskiy, upplýsir havnameistarin Jónsvein Lamhauge.

Kapitan Edemskiy er tó farin avstað nú, og liggur bert tann eini russin eftir.

Fyri framtíðina er eisini ymiskt avtalað viðvíkjandi havnini, eitt nú fer Samskip at flyta sítt virksemi tvørur um Kollafjørð og yvir á nýggja havnarlagið, har umstøðurnar at goyma bingjur eru sera góðar.