Nógv virksemi í Norðhavnini

ÓI gjáramorgunin fór Dettufossur av Norðhavnini og seinnapartin kom Selfossur. Teir hava avskipað nógv frá Norðhavnini í seinastuni. Tá ið nú Gadus kemur í kvøld, fyrireika teir seg við tómum bingjum at skipa veiðuna í.

Faroe Ship hevur fyrr avskipað størsta partin av veiðuni umvegis Havnina. Tí hava hópin av lastbilum flutt veiðina frá Norðhavnini til Havnar til avskipingar.

Samlaða nøgdin, sum hevur verið inn- og avskipað frá Norðhavnini hevur fyrr ligið um góð 20.000 tons pr. ár. Men av tí at henda nøgdin nú er økt til góð 50.000 tons, hevur Faroe Ship gjørt av heldur at sigla á Norðhavninia til avskipingar, enn at flyta byngjurna við lastbili.

Vegna broytta fluttningamynstrið eru nú oftani stór flutningsskip at síggja í Norðhavnini – umframt øll hini mongu fiskiførini – so Heini og allir hinir menninir, ið hava sína dagligu gongd á Norðhavnini, fegnast um tað nógvu skipaferðsluna, ið eisini ger dagin hugaligan.

Myndirnar tók Dávur Winther