Virkisbygging
Kollafirði:
Tað verður arbeitt dúgliga á havnarlagnum í Kollafirði. Arbeiðið upp á nýggja frystivirkið til uppisjóvarfisk er farið í gongd, samstundis sum fylt verður út yviri á Oyrareingjum.
Jákup Suni Joensen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sigur, at ætlandi skal tann stóra útbyggingin á Langasandi vera liðug um ársskiftið. Tá eru verandi frystihotell og komandi frystivirki samanbygd í ein bygning, sum verður einar 300 metrar til longdar og 10.000 fermetrar til víddar.
Gamli Salmex bygningurin, sum hevur staðið á økinum, verður nú tikin niður, og rundan um hann fer so fundamentið til nýggja frystivirkið at standa. Farið er longu undir stoypingina av fundementinum.
Jákup Suni Joensen greiðir frá, at talan er um ein 5.300 fermetra stóran bygning, sum við eini gjøgnumkoyring verður bygdur fastur í tað verandi frystihotellið, sum er 4.700 fermetrar til víddar. Tann sonevnda gjøgnumkoyringin skal hýsa flutningsbondum, har frysta vøran frá virkinum verður flutt eftir á goymslu á frystihotellinum.
Framman fyri hesum báðu bygningunum verður gjørdur bryggjukantur upp á tvær ferðir 100 metrar, sigur Jákup Suni Joensen. 100 metrar til hvønn bygningin, og so er eitt øki ímillum, sum eisini er 100 metrar. Men orsakað av avmarkingum í íløgukvotuni hjá kommununi, fer tað pettið at bíða fyri fyrst, sigur hann.
Íløgukarmurin er 19 millinónir, og hvør av hesum bryggjukantunum kostar, tá hann er liðugur við upplandi og asfalti, einar 14 milliónir, sum verður fíggjað yvir tvey ár.
Tá báðir kantarnir eru gjørdir, fer at bera til at hava eini trý skip liggjandi í senn. Til dømis tvey nótaskip, sum landa, har bæði stinga út um kantin hvør sínu megin, samstundis sum avskipað verður umborð á eitt farmaskip, sum eisini kann stinga út um endanarnar báðu megin framman fyri hotellinum.
Tað eru byggifeløgini Byggitek og NCC, sum gera arbeiðið á havnarlagnum. Bæði bryggjuna, fundamentið til frystivirkið og niðurtøkuna av Salmex.
Og eisini á Oyrareingjum er arbeiði í gongd, sigur Jákup Suni Joensen. Har verður fylt út og gjørt klárt til eitt rættiliga stórt øki. Einar 100.000 fermetrar, sum ætlanin er at hava liðugt til næstu útbjóðingina í samband við oljuútgerðarhavn, sigur havnarnevndarformaðurin í Tórshavnar Kommunu.
Grótið, sum brúkt verður til ífyllu á havnarlagnum í Kollafirði, hevur Tórshavnar Kommuna keypt frá P/F Vágatunnlinum.