Nógv virksemi á Gjáargarði

Tað var 1. september 2004 at Eirik Suni Danielsen í Havn saman við øðrum yvirtók gistingarhúsið Gjáargarð við Gjógv.

Eirik Suni er sjálvur dagligur leiðari á Gjáragarði. Hann sigur, nú meira enn eitt ár er farið, síðan tey yvirtóku Gjáargarð, at tað hevur gingið væl. Nógv virksemi hevur verið alla tíðina. Í summar vóru nógv ferðafólk og vitjaði, bæði útlends og føroysk.

Annars koma nógvir bólkar á vitjan, alt frá barnagørðum til bindiklubbar. Eisini hava nógvar føroyskar fyritøkur havt skeiðvirksemi í væl egnaðu hølunum, ið eru gjørd til endamálið. Í jólamánaðinum hevur eisini verið rættuliga fitt at gjørt.

Eirik Suni sigur, at Gjáargarður hevur verið ein rættuliga stór og spennandi avbjóðing, men hann ivast onga løtu í, at tað var ein røtt avgerð.