Nógv vilja verða postboð í Havn

Hóast umtalan ikki altíð hevur verið so positiv í seinastuni, bendir einki at fólk ikki hava hug at gerast postboð í høvuðsstaðnum. Í vikuni boðaði Postverkið í lýsingum og faldarum frá, at tey sóknaðust eftir tilkomnum postboðum ? tað er: fólkum, ið eru millum 30 og 65 ár. Og umsóknirnar eru streymaðar inn hesar dagarnar.

Av Postverkinum verður upplýst, at tey hava fingið væl omanfyri 30 umsóknir eftir bert tveimum døgum.

Freistin at søkja hesi størvini er fyrst úti tann 20. oktober. Óhugsandi er tí ikki, at enn fleiri fara at søkja hesi størvini.

Einasta treyt, ið sett verður til tey nýggju postboðini er, at tey eru í røttum aldri, hava koyrikort og annars eru frísk og ferðug.