At síggja við hjartanum er heitið á tema-degnum hjá Sinnisbata leygardagin. Og nú er fullteknað til tiltakið Áhugin fyri støðuni hjá fólki við sálartrupulleikin og teirra avvaraðandi tykist sera stórur. Í øllum føri er onki pláss eftir til evnisdagin ?At síggja við hjartanum?, sum Sinnisbati og Psykiatriski Depilin skipa fyri nú leygardagin 1. mars.
Ætlanin við degnum er fyrst og fremst at varpa ljós á støðuna hjá avvaraðandi at sálarsjúkum, men hetta er eisini byrjanin til eina verkætlan, hvørs endamál er at betra um umstøðurnar og tilboðini til avvarðandi hjá fólki við sálartrupulleikum.
Til ber at lesa meir verkætlanina á www.sinnisbati.fo










