Nógv við til kidsvolley

Um vikuskiftið skipaði Fleyr fyri árligu FK-kappingini fyri tey yngru. Sum nakað nýtt, kappaðust lið eisini í kidsvolley

FK-kappingin var skipað eftir vanliga leistinum, og hjá gentunum var kappast í bólkunum 10 ár, 12 ár, 14 ár, 16 ár og kvinnuunglingar, og hjá dreingjunum 12 ár, 14 ár, 16 ár og mansunglingar. Men umframt hetta, so sluppu tey uppaftur yngru upp í part, tí hesa ferð var eisini kidsvolley á skránni.
Kidsvolley er serliga ætlað gentum og dreingjum í aldrinum frá seks til 12 ár, og ikki færri enn 27 lið og 180 børn vóru við í hesum kappingunum, millum annað lið av Sandoynni.
Eingi heiðursmerki verða latin í kidsvolley-kappingunum, tí har eru øll vinnarar, men hinvegin vórðu sum vant latin gull-, silvur- og bronsumerki til trý tey fremstu í hinum bólkunum í FK-kappingini.