Samanlegging
Nú tríggjar kommunur í Eysturoy, Skála kommuna, Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna, hava gjørt av at leggja saman við Runavíkar kommunu, hava vit spurt Eivind Jacobsen, bygdaráðsformann í Sjóvar kommunu, um ytsta kommunan á vestursíðuni á Skálafjørðinum hevur umhugsað at leggja saman við Runavíkar kommunu.
- Nei, vit hava ikki skilt, at stemningur er fyri at leggja Sjóvar kommunu saman við aðrari kommunu. Eingin tosar um samanlegging í okkara kommunu, og ongar samráðingar hava verið í so máta.
Eivind væntar tó, at soleiðis, sum gongdin er, gongur ikki long tíð, til Sjóvar kommuna við lóg verður løgd saman við hinum kommununum á Skálafjørðinum.
- Ja, tað er ikki óhugsandi, at øll Eysturoyggin verður ein kommuna, áðrenn langt um líður.
Sjálvur væntar bygdaráðsformaðurin, at landsstýrið fyribils er nøgt við gongdina, sum nú er, har fleiri kommunur í oynni sjálvbodnar hava tikið stig til samanleggingar.
- Um eini fýra ár ella so, vænti eg, at í minsta lagi Skálafjørðurin verður ein kommuna ? fyri ikki at siga, at øll Eysturoyggin verður savnað í eini kommunu.
Verri tænasta
Hann sigur, at hetta er ein avleiðing av, at sosiala økið verður lagt út til kommunurnar at umsita.
- Men eg skilji slett ikki hesa gongd og taki als ikki undir við henni, tí hetta verður eftir mínum tykki ein nógv verri loysn fyri borgaran.
Eivind rópar ætlanina at leggja sosiala økið út til kommunurnar at umsita "eina óluksáliga stóra skandalu", tí heldur enn at hava eina umsiting á sosiala økinum, skulu vit nú hava fleiri umsitingar, sum verða nógv dýrari fyri borgaran.
- Tað er heilt burtur við at halda, at Føroyar við 45.000 borgarum krevja meira enn eina sosiala umsiting. Tess fleiri umsitingar, vit fáa kring landið, jú minni peningur verður eftir til tænastur til tey gomlu og veiku.
Hann vísir á, at tá ið landið ikki megnar at umsita hetta
økið og veita eina nøktandi tænastu, verður økið lagt út til kommunurnar at umsita.
Pengar, pengar?
- Men vit skulu minnast til, at sosiala økið snýr seg um pening og bara pening. Tá ið landið ikki eigur meira pening at brúka, og kommunurnar heldur ikki hava neyðugu fíggjarligu orkuna, er ikki meira at brúka.
Eivind ásannar, at almennu Føroyar hava verið seinar á sjóvarfallinum, og haraftrat hevur ivaleyst ikki verið hildið, at neyðugt hevur verið við hægri tænastustøði enn tí, vit hava havt.
- Eg havi alla tíðina hildið, at seinasta samgongan á hesum øki hevði eina sonevnda "kreativa bókføring". Málið var at hanga sosiala økið um hálsin á kommununum, soleiðis at landskassans roknskapur fekst betur at hanga saman. Vit kunnu siga, at landsstýrið hevði brúk fyri 120 krónum, men hevði bara tær 100. Restin varð løgd yvir á kommunurnar ? uttan mál og mið.
Bygdaráðsformaðurin vísir á, at sosiala økið fer at krevja nógv av kommununum, tí talan er um nógvan pening og torskildar lógir, sum skulu umsitast av serfrøðingum, um skil skal verða í.
- Eg síggi tað, sum tað reina tvætl og undanførslu at leggja sosiala økið út til 7 ella 9 ymiskar umsitingar kring landið.
Bygdaráðsformaðurin vísir á, at tær kommunur, sum
eru rigast fyri fíggjarliga, hava flest gomlu at taka sær av og tær kommunurnar, sum eru best fyri fíggjarliga, siga seg ikki vilja hava útjavningarskatt.
- Í mínari verð hanga argumentini slett ikki saman, sigur hann.
Ikki format
Eivind sigur seg hava hamiliga gott álit á Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almannamálum og væntar, at hann er maðurin, sum hugsar seg um tvær ferðir, áðrenn hann tekur sínar avgerðir. Hann heldur, at tað, sum Hans Pauli fyritekur sær á sosiala økinum, verður gjørt í góðari meining.
- Men Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í kommunumálum, havi eg einki álit á. Eg haldi ikki, at hann hevur format at vera landsstýrismaður. So einfalt er tað, sigur bygdaráðsformaðurin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacobsen.










