Nógv verður gjørt burturúr

Tað er góður møguleiki fyri, at tað næsta ár verður Formula fótbóltur á Argjum ella í Vágum. Møguliga verður Formula fótbóltur næsta ár bæði á Argjum og í Vágum.

Seinnapartin í dag bresta 07 Vestur og AB saman. Talan er um optimalu toppuppgerðina, tí AB er á fremsta plássi, og 07 Vestur er næstfremst.

Í Vágum verður nógv gjørt burturúr, nú lyklauppgerð í strembanini at vinna seg upp í fremstu røð er á skránni. Frá kl. 14 verður upphiting við andlitsmáling, kaffi og køkum og venjing av slagrópum á skránni í SÍ húsinum.

Eisini á Argjum er spenningurin stórur. Kl. 13.30 fer bussur frá AB húsinum og vestur til Sørvágs.

VB/Sumba er triðja liðið, sum kappast um tey bæði uppflytingar plássini. Í dag eigur liðið heimavøll ímóti næstaftasta KÍ. Hóast VB/Sumba ikki fekk meiri enn eitt stig við suður aftur eftir vitjanina hjá HB síðsta leygardag, so mugu teir á Vágseiði smyrja seg við, at teir eru størstu favorittarnir í dag. Heimasigur í Vági fer ivaleyst at bera við sær, at VB/Sumba aftur verður millum tvey tey fremstu.

Allir dystirnir verða spældir í dag uttan tann á Sevmýri, har TB seinnapartin í morgin fer at fáa vitjan av botnliðnum EB/Streymi.

 

21. umfar

07-Vestur-AB: Petur Reinert kl. 15.00

Víkingur-B68: Andrew Christiansen kl. 15.00

VB/Sumba-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.45

NSÍ-HB: Høgni Hansen kl. 15.00

TB-EB/Streymur: Lars Müller sunnudagin kl. 15.00

 

Støðan

AB 49

07 Vestur og VB/Sumba 47

TB 36

Víkingur 27

NSÍ 20

HB 18

B68 15

KÍ 14

EB/Streymur 10