Nógv uppskot um at fáa Suðuroynna á føtur aftur

Samgongan arbeiðir við nógvum uppskotum um at fáa Suðuroynna á føtur aftur

Økismenning

Í løtuni arbeiðir samgongan við eini ætlan fyri, hvussu Suðuroyggin kann fáast á føtur aftur.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at samgongan arbeiddi við málinum í alla síðstu viku og hildið verður fram í hesi vikuni.
Men hann sigur, at ætlanin er at arbeiða skjótt.
Løgmaður sigur, at tað verður arbeitt við nógvum ymsum møguleikum.
Men hann sigur, at so leingi málið er í politiskari viðgerð, vil hann ikki í smálutum koma inn á teir møguleikar, sum eru.
Men tað hevur verið nevnt, at øktur flutningsstuðul, beinleiðis flutningssamband ímillum Føroyar og Skotland og ein suðuroyargrunnur, sum skal seta vágafúsan pening í vinnuligar ætlanir í Suðuroynni, eru nøkur av uppskotunum.
? Vit hava øll uppskot til viðgerðar, eisini tey, sum eru nevnd frammanfyri, sigur hann.
Hvat úrslitið verður, veldst so um, hvørja semju, tað ber til at fáa í samgonguni.
Men Løgmaður staðfestir, at tað er stórur politiskur vilji til at loysa trupulleikan.
Hann sigur, at landsstýrið arbeiðir bæði við at loysa teir bráðkomnu arbeiðsloysistrupulleikar sum eru, men hugt verður eisini at uppskotum, sum kunnu menna oynna í longdini.
Í tí sambandi hevur verið nevnt, at almennir stovnar eiga at verða fluttir til Suðuroyar.
Hann sigur, at landið ætlar at taka stig á teimum økjum, sum landið hevur við at gera, og tað er at skapa karmar.

Kommunur eiga at leggja kommunur saman
Hinvegin heldur hann eisini, at kommunurnar í oynni eiga at taka tey stig, sum tær kunnu taka.
Og hann dylir ikki fyri, at hann heldur, at øll oyggin átti at verið løgd í eina kommunu.
? Tað hevði verið ein veldugur fyrimunur, at suðuroyingar kundu drigið eina línu og staðið saman ímóti kappingini við meginøkið. Í løtuni er tað Vágur tað snýr seg um ein dagin, Tvøroyri dagin eftir og síðani Hvalba og er als ikki til frama fyri oynna, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at verður øll oyggin ein kommuna, kundi tað eisini skapt møguleikar fyri at sett størv á stovn í oynni við fólki við útbúgving.
Eitt nú hevði ein stórkommuna í Suðuroy havt brúk fyri verkfrøðingum og øðrum teknikarum, løgfrøðingum, grannskoðarum og búskaparfrøðingum o.s.fr.
? Hetta eru alt tænastur, sum suðuroyingar í løtuni keypa úr Havn, men tað vildi verið eitt framstig at fingið hesi arbeiðsplássini í oynna.
Annars helldur løgmaður framvegis, at tað er eitt sera skilagott uppskot at byggja heilsuskúla og miðnámsskúla í ein depil í Hovi og at byggja eitt røktarheim í Vági, tí tað hevði skapt nógv arbeiði í byggivinnuni og hevði skapt varandi, almenn arbeiðspláss, sum tað er harðliga brúk fyri.