Nógv upp á spæl á Sandi

Hjá vágamonnum eru tveir av stuðulsspælarunum burturfrá og tann triðji er sera ivasamur

Tað er felags fyri sandoyingar og vágamenn, at teir sjálvir halda seg hava manning, sum hevur betri uppiborið enn eitt pláss í botninum. Men undan uppgerðini á Sandi í morgin er veruleikin tann, at um FS Vágar tapir, so eru teir einsamallir í botninum, og sandoyingar liggja eisini tungt í sjónum.

Hjá B71 er Eli Hentze, sum var leikbannaður seinast, tøkur aftur. Jógvan Jón Petersen er leikbannaður hesa ferð. Í blaðnum týsdagin stóð, at hann hevði fingið reytt kort. Sandoyingar undirstrika, at talan var um tvey gul kort og harvið útvísing.

Rúni í Soylu, sum hevur verið burtur frá við skaða, hevur vant í vikuni. Um hann verður við í morgin var ikki greitt, tá vit høvdu samband suður á Sand.


Tríggir burturfrá

Vágamenn fóru úr Gøtu við góðum vónum um, at tað 2. hvítusunnudag fer at eydnast teimum fyri fyrstu ferð at spæla seg í steypafinaluna. Men lagið var kortini einki serligt, tí nógv bendir á, at tríggir av mest eyðsýndu spælarunum móti GÍ, verða ikki við móti B71.

Birgir Joensen varð útvístur og er sostatt leikbannaður. Tór?Ingar Akselsen var dygst undan steðginum skaddur í fótinum. Teir roknaðu við, at eitt liðband er farið, og tað kann hava við sær, at evnaríki miðvallarin ikki verður við aftur undan summarfrítíðini.

Stutt undan leikloki noyddist liðformaðurin, Albert Ari Thomassen, at taka seg av vøllinum. Hann hevði nógva pínu orsaka av snuddi í arminum. Í gjár var ikki greitt, um Ari verður førur fyri at spæla í morgin, men teir høvdu einki mót.tandi fótbóltsspæl.

Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.

Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.

Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.

Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.

Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.


HB-B68 3-4 (2-2)


1-0: Andrew av Fløtum 8.

1-1: Marcello Marcelino 13.

1-2: Øssur Hansen 18.

2-2: Hallur Danielsen 44.

3-2: Jón Rói Jacobsen 46.

3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.

3-4: Marcello Marcelinho 90.


Dómari: Petur Reinert


HB:

Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


B68:

Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen