Nógv undirhald til børnini

Silvalandið á Summar Festivalinum bjóðar konsertir, undirhald og aktivitetir í tveimum ítróttarhallum

Summar Festivalurin bjóðar aftur í ár undirhald og aktivitetir til børnini, og tað verður gjørt meiri burtur úr enn nakrantíð áður.

Silvaland heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum eru samanbygdar, og í hallunum verða aktivitetir av alskyns slagi – eitt nú hoppiborgir, bilbreyt, sansirúm, teknistova, andlitsmáling, toydýr og annað.

Í Silvalandi verða eisini framførslur við sangarum, gyklara, kórum, dansarum og øðrum.

Froja & Sarah, sum fyrr í ár luttóku í MGP sangkappingini, fara at framføra fyri børnunum í Silvalandi. Eisini ber til at uppliva Kular Røtur, Sørvágsbørn, Superkids og onnur á pallinum.

Silvalandið er ókeypis at brúka hjá øllum, sum hava armband til Summar Festivalin. Allir aktivitetir í Silvalandi eru ókeypis.

Nærri kunning um Silvaland fæst á heimasíðuni sf.fo <http://sf.fo> , har skráin eisini kann síggjast.