Nógv trýst á Strandferðsluni

Hvør einasti túrur um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar hevur verið fultsettur, og Strandferðslan hevur silgt pendulfart alt vikuskiftið.3.300 fólk vórðu flutt um fjørðin fríggjadagin, og leygardagin vórðu eini 2.000 fólk flutt úr Leirvík til Klaksvíkar.
Andrass Jensen, leiðari á samferðsludeildini hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at tað hevur verið eitt øgiligt trýst á, men at manningin hevur kýtt seg nógv fyri at fáa tað at bera til. Skipini hava silgt aftur og fram alla tíðina við fullum skipum fyri at fáa fólkið um fjørðin.
Dúgvan og Sam røktu rutuna um Leirvíksfjørð fríggjadagin og leygardagin. Sunnudagin var Ternan komin inn fyri Sam.