Nógv útlendsk pressa

Kongaliga húskið kemur ikki einsamalt til landið í komandi viku. Eitt herðlið við millum 45 og 50 útlendskum tíðindafólkum hevur nevniliga eisini biðið um innivist

Tað eru serliga donsku fjølmiðlarnir, ið hava hug at fylgja teimum royalu. Talið av útlendskum tíðindafólkum táttar hesuferð í tey fimmti,og tað er eitt óvanliga høgt tal. Til samanberingar kann nevnast, at seinastu ferð kongshjúnini vitjaðu, vóru bara 12 útlendsk miðlafólk við.

Eitt blandað lið
Um tað er Mary krúnprinsessa, ið serliga hevur stóra áhugan hjá miðlunum, er óvist, men staðfestast kann í øllum førum, at tað ikki bert er sonevnda »kulørta pressan«, ið hevur teknað seg til túrin. »Billed Bladet«, »Her og Nu« og »Se og Hør« koma øll til landið sunnudagin, men eisini seriøsari miðlar, sum »Jyllandsposturin«, »Berlingske«, »TV2« og »Danmarks Radio« hava eisini biðið um innivist.
Umframt stóra danska áhugan, er eisini áhugi fyri Føroyavitjanini í Týsklandi, haðani ein týsk sjónvarpsstøð kemur.
Umframt útlendsku miðlarnar, verða sjálvandi eisini nógv umboð fyri føroysku pressuna við á ferðini hjá teimum kongaligu, og løgmansskrivstovan hevur givið lyfti um, at føroysku miðlarnir eiga helvtina av plássunum, sum eru sett av til fjølmiðlar.
Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at Føroyar veruliga verða settar á dagsskránna í kongaríkinum, teir dagarnar, kongaligu gestirnir eru her.