Tiltøk
Jólakaféin í Hæddini verður opin leygardagin 6. desember. Opið verður kl 10.30. Til ber at keypa sær ein heitan kaffimunn við pannukøkum, holukøkum ella lagkøku afturvið.
Tað er Eldrafelagið Nón, sum í ár bjóðar øllum inn á gólvið. Eisini verður tombola.
Tónleikabólkurin, Thirst, við Beintu Olsen og Jákupi Justinussen fer at spæla á kaféini kl. 13.00.
Í gongini verður listaframsýning við málningum hjá Jørgini Olsen úr Runavík.
Handlarnir í Handilsmiðdeplinum hava opið til kl. 17.00, jólabrandbilurin vitjar kl. 14.30 í miðbýnum, og sølustevnan, Marko, verður í ítróttarhøllini leygardagin og sunnudagin.










