Í dag er Grækarismessa, og hetta er dagurin, tá tjóðarfuglur okkara, tjaldrið, kemur heim til Føroya. Fyrstu tjøldrini eru longu komin, hava vit frætt, og í dag fagna vit hesum og várinum, sum nú av álvara er áveg. Sum vant verður skipað fyri Grækarismessuhaldi kring alt landið. Okkurt tiltak hevur verið um vikuskiftið, men tey flestu tiltøkini vera nú seinnapartin á sjálva degnum.
Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík saman við Skótunum við Løkin fyri Grækarismessuhaldi í Runavík. Grækarismessuhaldið verður í Skótahúsinum við Løkin klokkan 17 í dag. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Justinus Eidesgaard, rithøvindur, flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Á Tvøroyri verður dagurin eisini hátíðarhildin í dag. Har verður Grækarismessuhald í Naddoddaneystinum. Marjun Olsen heldur røðu, og Tvøroyrar Hornorkestur spælir undir leiðslu av Trónda Enni.
Sands kommuna skipar eisini fyri onkrum í dag. Har verður Grækarismessuhald á Mørkini Miklu. Jógvan Vest flytir fram røðu, og aftaná verður okkurt at fáa til matna inni í Tilhaldinum.
Grærismessuhaldið í Havn verður á Vaglinum sunnudagin 17. mars klokkan 15. Skótarnir saman Havnar Hornorkestri heilsa várinum og flytifuglunum vælkomnum til landið.










