Nógv telving um Norðoyastevnuna

Hóast tey flestu tiltøkini á norðoyastevnu verða leygardagin og sunnudagin, fer hon í roynd og veru av bakkastokki klokkan 17:30 hósdagin.

Tá verður skipað fyri eini talvkapping fyri børn og ung í Skákinum á Akursmørk. Beint eftir at henda er liðug, verður ein snarkapping í talvi fyri vaksin á sama staði.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so verður eisini ein talvkapping á Akursmørk bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.