Seinastu tíðina hava nógvar svartkjaftalandingar verið í Fuglafirði, og tað er ikki sørt, at skip hava bíðað eftir landingartørni, nú so nógvur fiskur hevur verið at fingið.
Sambært heimasíðuni hjá Havsbrún í Fuglafirði siglir Jupiter í dag heim við umleið 1700 tonsum og Hoyvík við umleið 1000 tonsum av svartkjafti.
Høgaberg og Fagraberg landaðu eisini í Fuglafirði herfyri. Høgaberg hevði umleið 2000 tons, og Fagraberg hevði umleið 2700 tons. Tað er alt svartkjaftur, sum skipini fáa.