Nógv summarhús til sølu niðri

Júst nú standa metmong summarhús í Danmark til sølu, so hjá teimum, ið ganga við ætlanum um at fáa sær eitt summarhús, er hetta helst rætta løtan.

Tá fleiri summarhús eru á marknaðinum, økist kappingin tað meira, so summarhúsini verða bíligari, vísa útbjóðingarhagtøl frá donsku heimasíðuni, Boligsiden.dk.

Júst nú eru um 13.000 summarhús til sølu niðri, og í farna mánaði vórðu umleið 1.300 sett til sølu. Hinvegin er eisini framgongd í søluni, tí í mai í ár vórðu seld 30 prosent fleiri summarhús, enn í mai í fjør.

Tað er serliga í Norður-Júllandi, at fleiri summarhús eru at velja ímillum, og har er útboðið av summarhúsum á sølulistanum vaksið 8,6 prosent.