Har vóru bæði almenn umboð og gamlar fótbóltskempur, sum nýttu høvið at heilsa upp á, nú árstalsfelagið í høvuðsstaðnum rundar tey 75. B36 hevði móttøku seinnapartin í dag, og fleiri nýttu høvið at koma og heilsa upp á.
Nógv er broytt hesi 75 árini, og sjálvt um felagið má finna seg í at vera lítlibeiggi í Havnini, so er steypaskápið ikki heilt tómt.
Og seinnu árini hevur felagið eisini megnað at blanda seg í oddin á føroyskum fótbólti.
Á móttøkuni í dag vóru almenn umboð so sum borgarstjórin og mentamálastjórin hjá Tórshavnar kommunu, umframt formaðurn í mentamálanevndini, men so sanniliga eisini nakrar av gomlu fótbóltskempunum. Nevnast kunnu stutt Baldvin Baldvinson, Jákup Thomsen, Árni Rein, Magnus Fuglø og so yngri útgávur sum eitt nú Jákup Símun Simonsen og Kári Reynheim.
Sjálvandi var eisini FSF forsetin, Christian Andreasen, til staðar og segði nøkur orð.
Í heila tikið nýttu B36?arar høvi at heilsa upp á felagið og ynskja tí og sær sjálvum tillukku við 75 ára degnum.