Løgreglan í Havn hevur nógv stríð av hundum, sum ganga leysir.
Bara hetta síðsta samdøgurið er løgreglan boðsend fimm ferðir eftir hundum, sum ganga leysir og vakthavandi sigur, at tað er dagligur trupulleiki, at hundar ganga leysir.
Tað kann verða dýrt at latra hundin ganga leysan.
Í fyrsta lagi fær eigarin eina bót upp á 600 krónur og harafturat skal hann rinda upptøkugjald, umframt eitt ávíst gjald fyri hvørt samdøgur, hundurin er í varðveitslu hjá myndugleikunum.
Tað eru kortini ikki hesir báðir fittu hundarnir á myndini, sum elva løgregluni til trupulleikar.
Annars hevur løgreglan havt tað friðarligt. Síðstu nátt varð ein stórur rútur brotin í sushi-matstovuni, Etika, í Havn og í morgun varð boðað frá, at ein bilur var stolin í Havn. Bilurin varð afturfunnin í Líðini í Kollafirði, har hann var farin út av vegnum.
Hesi bæði málini kannar løgreglan í løtuni.









