Fótbóltur
Í vikuskiftinum vóru bæði VB/Sumba og TB norðanfyri, og tað skarst væl. Trý stig vórðu drigin í reiðrið – bæði á Sevmýri og á Vágseiði.
VB/Sumba var á Norðoyastevnu, har gestirnir við 3-1 sigri styrktu um oddasessin. Aftur hesa ferð var Jón Krosslá Poulsen millum teir mest eyðsýndu. Hesa ferð skoraði hann tvey mál. Longu í 1. hálvleiki misti heimaliðið ein mann, sum varð vístur av vøllinum, og tað gjørdi sjálvandi ikki støðuna betri. Kortini megnaði KÍ í 2. hálvleiki at minka um munin. Málskjútti var Tórður Lervig.
Tey bæði næstu í røðini eru AB og 07 Vestur. Fyrr í ár vann 07 Vestur í Sørvági ímóti argjamonnum. Hesa ferð endaði tað javnt. Tróndur Sigurðsson legði heimaliðioð á odda, tá ið hann í brotsteiginum var fyrstur á, eftir at verjan hevði blokerað skotroynd. Lítla løtu seinni varð Andrzej Strtowicz feldur í AB brotsteiginum, og Jens Erik Rasmussen skoraði úr ellivu metrum. Høgni Joensen stútaði heimaliðið framum aftur eftir frísparksinnlegg úr vinstru, og í 2. hálvleiki heilfluktaði Jens Erik Rasmussen til 2-2 eftir hornasparksinnlegg og eftir at bólturin varð varpaður út á brotsteigarmarkið.
Í Streymnesi vann TB størsta sigurin hesa ferð. Toppskjúttin Jóhan Eivind R. Mouritsen skoraði tvey tey fyrstu TB málini. Í fyrra førinum sneiddi hann framvið fleiri og eisini málverjanum, og í seinna førinum stútaði hann eftir horna úr høgru. Tað var í fyrsta álopinum eftir, at EB/Streymur hevði javnað við brotssparki. 1. hálvleikur var rættuliga tættur, men tá ið heimaliðið beinanvegin í 2. hálvleiki misti ein mann, skrædnaði.
Bárður Dimon økti eftir innlegg frá baklinjuni í høgru frá Bárði Dimon til 3-1, Óli Johannesen stútaði til 4-1 eftir horna og stút frá Tórði Mortensen á tvørtræið. 5-1 málið skoraði Josef Bassene eftir fínt eitt tvey samanspæl við Olivur Abrahamsen, og síðsta málið í trivaliga tennissigrinum skoraði innskifti Allan Poulsen, sum eitt sindur til vinstru sneiddi seg leysan.
B68 hevði undan leygardegnum bara vunnið trý stig – í Runavík – men spælið eitt nú í heimadystinum ímóti AB, sum endaði við teprum tapi, hava givið ábendingar um, at fleiri stig fóru at koma á kontina, og tey fyrstu vórðu leygardagin vunnin av ungu monnunum, sum Súni Fríði Barbá hevur undir hond.
Í 1. hálvleiki hevði B68 lotið ímóti, og í 2. hálvleiki glapp hjá heimaliðnum, sum skoraði tríggjar ferðir hjá Víkinga málverjanum Mortani Joensen. Súni Fríði, sum var miðverji, stútaði tað fyrsta eftir horna, miðvallarin Gestur Lómstein skoraði tað næsta við fínum langskoti, og innskifti unglingaspælarin Ramon Højgaard staðfesti rimmar sigurin, sum ber við sær, at B68 – í hvussu so er inntil mikukvøldið, tá ið NSÍ og HB fara at spæla – ikki er á 10. plássi.