Beint nú hita føroysku leikararnir upp til seinasta dystin í HM-undankappingarbólki 3 í kvinnuhondbólti. Ein dystur er longu spældur í dag, tá ið Ísland og Makedonia hittust.
At døma út frá dystunum ímóti Føroyum væntaðu tey flestu helst, at Ísland var sterkari liðið av hesum, tí meðan Makedonia við biti og sliti vann við tveimum málum ímóti Føroyum fríggjakvøldið, so vunnu íslendingar trivaligt ímóti Føroyum í dystinum í gjár, tá ið úrslitið gjørdist 24-16 til Ísland.
Men í ítrótti gongur ikki altíð sum prestur prædikar. Makedonia vann nevniliga 27-20, og hetta merkir, at rættiliga stórur spenningur er um, hvørji tvey lið koma víðari úr hesum undankappingarbólkinum.
Ísland og Makedonia hava bæði fýra stig og eru liðug at spæla í hesari undankappingini. Eysturríki hevur 2 stig fyri sínar fyrstu tveir dystir, men vinnur Eysturríki ímóti Føroyum nú, so koma eysturríkar víðari saman við Íslandi, tí at hesi londini hava betri málúrtøku enn Makedonia.
Føroyar hava ikki møguleika at spæla seg víðari. Tó kunnu føroysku kvinnurnar enda nummar trý í bólkinum, men hetta er ikki serliga sannlíkt, tí tað krevur, at Føroyar vinna við heili átta málum ímóti Eysturríki.