Nógv størri áhugi fyri miðnámsútbúgvingum

Væl fleiri ungfólk hava søkt um upptøku á einari av miðnámsútbúgvingunum kring landið í ár í mun til undanfarin ár

Í Mentamálaráðnum, ið samskipar upptøkuna til tær ymisku miðnámsútbúgvingarnar kring landið, hava tey týðuligani merkt ein vaksandi áhuga fyri hesum útbúgvingum.

Vaksandi kring alt landið
Deildarstjórin á Vinnu- og miðnámsskúladeildini í Mentamálaráðnum, Eyðbjørn Poulsen, sigur, at tað er ein týðulig broyting farin fram í áhuganum fyri miðnámsútbúgvingunum. Seinastu trý árini hava tað verið gott og væl 900 næmingar, sum á hvørjum ári eru farnir undir eina miðnámsútbúgving, men til komandi skúlaár er talið eksploderað upp á 1061 næmingar. Hetta er ein vøkstur í mun til í fjør upp á 130 næmingar, og tað svarar til góð 14 prosent.
Eyðbjørn Poulsen sigur, at sjálvsagt skal tað havast í huga, at tað eru stórir árgangir, ið nú fara úr og 9. og 10. flokki, men so stórir eru árgangirnir ikki, at tað er einasta orsøkin til ein vøkstur upp á 14 prosent í sambandi við upptøku á miðnámsútbúgvinginarnar. Hann heldur, at stóri vøksturin í áhuganum fyri miðnámsútbúgvingunum er ein greið ábending um, at fólk stúra fyri, at ein kreppa er ávegis í samfelagnum.
Vøksturin í næmingatalinum er galdandi fyri so at siga allar miðnámsskúlar kring landið, men serliga á Kambsdali og í Suðuroy er broytingin stór. Millum annað er talið av nýggjum næmingum á málsligu deildini á Suðuroyar Hf-skeiði vaksið úr 14 í farna skúlaári til 26 í komandi skúlaári.
Eisini á Studentaskúlanum í Hoydølum merkja tey vaksandi áhugan, og Mads Winther, rektari, sigur, at tey hava verið noydd til at søkja um loyvi til at fáa ein eyka flokk í mun til í fjør.