Nógv spinnarí er íspunnið

-Í Føroyum roynir serliga tann ”frelsti” parturin av journalistum at dæmonisera samskiftisráðgevarar við at heingja spin-doktara-spjaldur um hálsin á teimum. ”Frelstir” journalistar síggja journalistikkin sum eitt heilagt kall heldur enn ein fak. Tey frelstu mála myndina av stríðinum millum hitt góða og hitt ónda, og her umboða spunasmiðirnir sum vera man hitt ónda. Tað heldur Per Højgaard, samskiftisráðgevi. Lesið fimta part av greinarøð um politikk og fjølmiðlar.


Samrøða
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
 
Hann býtir føroyska tíðindaheimin í tveir høvuðsbólkar.
”Tey frelstu”, sum síggja journalistikk sum eitt religiøst kall, og so hini, sum fata journalistikkin sum eitt fak, ið skal handfarast professionelt.
Og so er ein lítil bólkur afturat – tey, sum hava vent journalistikkinum bakið, og eru farin í starv sum samskiftisráðgevarar.
Í løtuni hoyrir hann til tann seinasta bólkin.
Fyrrverandi tíðindamaðurin í SvF og Christiansborg-korrespondenturin, Per Højgaard, er samskiftisráðevi hjá Eik Banka. Tað nervar ikki samskiftisráðgevan, at júst samskiftisráðgevar og spunasmiðir ikki altíð tey penastu skoðsmálini. Heldur tvørturímóti.


Hysteriskt yvirdrivin<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>



Hvussu definerar tú ein spunasmið?<o:p></o:p>


Vanlig hugsan er, at spunasmiðurin er eitt slag av slúsu millum t.d. politiska umhvørvið øðrumegin og fjølmiðlarnar hinumegin. Spunasmiðurin er ein persónur, typiskt ein journalistur ella samskiftislærdur, ið t.d. vegna ein politiskan flokk snildisliga trýstir sjónarmið floksins ígjøgnum fjølmiðlarnar og samstundis forðar fyri kritiskum spurningum frá fjølmiðlum. Á tann hátt setur spunasmiðurin eina dagsskrá, ið ger flokkin sjónligan í miðlunum og harvið í almenna rúminum.
- Spunasmiðurin er annars hysteriskt yvirdrivin. Í lítla samfelagnum í Føroyum við tætta sambandinum millum fólk er spinnaríið avmarkað, og tað nógva er íspunnið. Uttanlands - og fyri ein part eisini í Føroyum – njóta fjølmiðlar, journalistar og politikarar tó gott av at dyrka mytuna um hina útspekuleraðu Dart Wader-líknandi spin-doktara-typuna, ið lirkar og lumpar, sníkir og snýtir. Í Føroyum roynir serliga tann ”frelsti” parturin av journalistum at dæmonisera samskiftisráðgevarar við at heingja spin-doktara-spjaldur um hálsin á teimum. ”Frelstir” journalistar síggja journalistikkin sum eitt heilagt kall heldur enn ein fak. Tey frelstu mála myndina av stríðnum millum hitt góða og hitt ónda, og her umboða spunasmiðirnir, sum vera man, hitt ónda. Teir eru á ”The Dark Side”.

Bankar, aðalráð og fakfeløg hava í dag sett samskiftisfólk í starv. Væntar
tú, at hetta rák vindur upp á seg, og at politiskir flokkar eisini fara at seta
samskiftisfólk/spunasmiðir í fast starv?

- Bæði politiskir flokkar, almennir stovnar og privatar fyritøkur fara gera meira við at professionalisera sítt samskifti. Hetta er eitt rák, vit longu uppliva í Føroyum. Veljarar, borgarar og kundar eru partur av samskiftandi samfelagnum og marknaðinum, og tí er ongin ivi um, at professionelt samskifti er vegurin fram.
- Føroyskar fyritøkur, sum vilja beinleiðis í samband við kundar og út á nýggjar marknaðir uttanlands, sleppa ikki undan at samskifta miðvíst við móttakararnar. Internetið er t.d. ein samskiftispallur við stórum møguleikum, og her er nógv at vinna hjá teimum, sum velja at samskifta miðvíst og professionelt við vøkstri fyri eyga.
- Tó vil eg ávara ímóti spinning í tí formi, har einvegis samskifti verður sníkt ígjøgnum. Trúvirðið liggur í opnum og erligum samskifti, har móttakarin, t.d. fjølmiðlar, hevur møguleika at koma við kritiskum mótspæli.
 
Journalistisk amboð nýtt

Tú hevur arbeitt sum spunasmiður/samskiftisfólk í nøkur ár í Eik. Kennir tú
tað ofta, sum tíni kunningarátøk fáa fjølmiðlaumrøðu?


- Eik hevur sett meg í starv sum samskiftisráðgeva – ikki sum spunasmið. Har er ein rættiliga stórur munur.
- Bankin leggur stóran dent á at samskifta miðvíst á heimasíðuni www.eik.fo og annars at vera til taks hjá fjølmiðlunum. Á tann hátt er málið, at fyritøkan er so opin sum yvirhøvur møguligt. Ávísar avmarkingar eru tó í samskiftinum, tí bankar skulu fylgja reglum í fíggjarlóggávuni. Eik skal harumframt halda seg til reglurnar hjá fondsbørsinum í Keypmannahavn. Hetta ber í sær, at bankin ikki altíð kann úttala seg um øll viðurskifti, ið kunnu hava almennan áhuga.
- Av tí at Eik er landsins størsti og skjótast vaksandi banki við nógvum virksemi í Føroyum og uttanlands, er ávísur áhugi fyri tí, sum Eik fæst við. Nógvir av teimum uml. 10.000 partaeigarunum í 23 londum fylgja væl við gongdini hjá Eik. Sama gera nógvir kundar, samstarvsfelagar, kappingarneytar og fjølmiðlar. Tí er tað ein hampiliga takksom uppgáva at samskifta vegna Eik. Tað mesta er áhugavert hjá teimum flestu.

Kanst tú greiða frá, hvørji amboð tú nýtir, tá tú sum samskiftisfólk skal
fáa ein boðskap frá Eik í fjølmiðlarnar?

- Mín journalistiska bakgrund ger sjálvandi, at journalistisk amboð verða brúkt í samskiftinum hjá Eik. Tað merkir t.d., at allir boðskapir skulu vinklast væl og miðvíst. Allir leiðarar hava verið á samskiftisskeiði. Nýggir mátar at hugsa um samskifti gera seg eisini galdandi í Eik, og vit fylgja væl við tí, sum fyriferst aðrastaðni. T.d. hava vit leitað okkum íblástur úr USA, ið er sera frammarlaga innan umdømisleiðslu, sonevnt ”Reputation Management”.
- Fyri Eik hevur tað stóran týdning ikki at samskifta bert fyri at samskifta, ella fyri at stjala yvirskriftir. Tíðindafundir verða hildnir, og tíðindaskriv verða send út, tá bankin hevur nakað veruligt upp á hjartað. Sonevndar ”dunnur” ella ”millumrokningar” skulu helst ikki koma frá okkum.
 
Hvussu arbeiðir tú heilt ítøkiliga og praktiskt, tá ein positiv søga um Eik
skal seljast til miðlarnar?

- Sum nevnt heldur Eik seg frá spinning, har samskiftið skal sníkjast ígjøgnum. Hinvegin er greitt, at boðskapurin skal út miðvíst. Kappingarstøðan ger, at vit halda  arbeiðshættirnar inni við okkum sjálvum. Vanligastu praktisku arbeiðsamboðini eru tó telefon, teldupostur og heimasíða – og so er eitt gott netverk við persónligum relatiónum ein stórur fyrimunur.
 

Grunnir og tannleysir miðlar<o:p></o:p>


Hvør, metir tú, setir dagsskránna í Føroyum - fjølmiðlarnir,
spunasmiðir/samskiftisfólk ella politikararnir?

- Einki eintýðugt svar er til spurningin. Fjølmiðlarnir seta sjálvandi eina ávísa dagsskrá, men trupulleikin er, at miðlarnir eru fámentir og sum heild illa brynjaðir fakliga. Tað ber í sær, at politikarar og samskiftisfólk stundum hava lætt spæl.
- Hinvegin eru glottar at hóma hjá fjølmiðlunum. Dagur og Vika er vorðin áhugaverdari, nú tíðindaflutningurin har er lagaður meira til sjónvarpsmiðilin. Eisini í Útvarpinum eru undantøk frá regluni. Harrin náði tann, sum kemur ófyrireikaður á gátt hjá journalistunum í sendingini 62 Norður.

Hava miðlarnir ment seg seinastu 10 árini? Er tónin blivin hvassari?

- Tíverri hevur gongdin innan føroyskan journalistikk verið negativ seinastu 10-15 árini. Mótsøgnin er, at standurin sum heild er syndarligur, sjálvt um bløðini hava tikið seg fram og hava roynt at slíta við politisku apparatini, og hóast tøknin innan øll sløg av fjølmiðlum er vorðin sera framkomin, brúkaravinarlig og bílig.
- Journalistikkurin er sum heild grunnur og tannleysur. Sjálvt tær mest grundleggjandi meginreglurnar innan tíðindaflutning, sum til dømis at lata báðar ella allar partar koma til orðanna í sama innslagi ella sending, verða forsømd. Mikrofonhaldaríið líkist einari farsótt, og fjølmiðlaetikkur tykist vera ein býur í Kina. Fjølmiðlaleiðslurnar leggja syrgiliga lítið í at útbúgva og annars fjálga um síni starvsfólk.
- Kringvarp Føroya er í vánaligum standi. Leiðslan tykist reka stovnin eftir einum avoldaðum leisti, óambitiøst og við kassahugsanini sum stavnhald. Innovatión síggja vit ikki nógv til. Hóast Útvarpið og Sjónvarpið løgdu saman fyri langari tíð síðani, er avmarkað, hvat er komið burturúr. Hvar eru synergiirnar? Hvar er virðisøkingin fyri brúkararnar?
- Hinvegin havi eg virðing fyri nógvum teirra, sum arbeiða við tíðindaflutningi. Bransjan kann vera sera hørð, og eg veit væl, hvussu vánaligar arbeiðsumstøðurnar kunnu vera hjá tí einstaka.
 
Ov fáar avbjóðingar

Tit eru fleiri journalistar, sum hava valt at venda journalistikkinum bakið í
eina tíð. Hví heldur tú tað er so?

- Her kann eg bert svara fyri meg sjálvan. Samskiftisvegin havi eg m.a. valt, tí tað er øgiliga skjótt at steðga upp sum journalistur í Føroyum. Eg havi roynt tað mesta, sum fjølmiðlarnir í Føroyum hava at bjóða, og eg havi eisini roynt styrkina uttanlands. Avbjóðingarnar í privata vinnulívinum eru øðrvísi og fjølbroyttari, og kravið er, at tú støðugt førkar og endurnýggjar teg og roynir nýggjar leiðir.
- At lønin í privata sektorinum typiskt er hægri enn í einum almennum fjølmiðli, er sjálvandi eisini ein faktorur, ið dregur fólk burtur frá journalistikkinum.

Hvussu fer tann góði spunasmiðurin at síggja út í Føroyum í framtíðini?

- Lat meg geva eitt stutt boð uppá, hvussu tann góði samskiftisráðgevin sær út. Eg giti, at krøvini til strategisku og analytisku førleikarnar verða herd, tí samskifti við tíðindi gerst partur av leiðsluførleikanum í føroyskum fyritøkum. Harnæst skulu samskiftisráðgevarar longu nú venja seg við tankan um at arbeiða á altjóða stigi, tí altjóðagerðin krevur samskifti um landamørk.
- Lítið er at ivast í, at eftirspurningurin eftir góðum samskiftisráðgevum fer at økjast samstundis sum støðugt fleiri fyritøkur og stovnar síggja virðið í professionellum og miðvísum samskifti. Eg rokni við, at fólk við ymsum royndum og útbúgvingum fara at røkja samskiftisuppgávurnar.

Kanst tú hugleiða eitt sindur um, hvussu tú væntar viðuskiftini millum politikk og fjølmiðlar fara at síggja út í framtíðini?

- Professionaliseringin av politiska samskiftinum fer at vinda upp á seg. Politiska umhvørvið fer at brynja seg við professionellum samskiftarum. Hetta fer at trýsta fjølmiðlarnar, sum mugu svara aftur við fakligari menning, munadyggum keldukritikki og við at viðgera politisk evni nógv gjøllari og kritiskari enn í dag.
 
 
Fakta
 

Per Højgaard

36 ár

Samskiftisráðgevi í Eik Banka

Journalistur

Per Højgaard hevur arbeitt í føroysku loftmiðlunum og á dagbløðum. Eisini hevur hann starvast á Føroysku Tíðindastovuni á Christiansborg í fleiri ár. Seinnu árini hevur hann burturav arbeitt sum samskiftisráðgevi. Saman við Kára Durhuus, journalisti, rekur Per Højgaard samskiftisfyritøkuna IssueConsult, ið m.a. bjóðar samskiftisskeið.