Tú kanst altíð svimja í Lalandia, tí alt er innandura og tað er okkurt spennandi til øll børn, í øllum aldri.
- Stórir og smáir rutsjibanar, stórir og smáir hyljar eisini til tey heilt smáu, har vatnið er deiliga heitt.
- Tú kanst eisini fara út í boblibað, um tú heldur vilt verða uttandura, greiðir hon frá.
Tey vaksnu, sum ikki hava hug at svimja í baðilandinum alla tíðina, kunnu heldur fáa sær ein bita, ella fáa sær ein blund á sólstólunum.