Løgreglan hevur havt tað friðarligt í nátt.
Vakthavandi á støðini sigur, at tað hevur verið nógv fólk í býnum og tá er altíð brúk fyri løgregluni til mangt og hvat.
Tað hevur tað eisini verið á jólum, tí løgreglan er ofta boðsend til trupulleikar av alla handa slagi.
Men tað hevur havt lítið upp á seg, tí talan hevur mest verið um at vekja avdotnar menn og at skilja kamphanar sundur, ell at taka sær av fullum monnum, sum eru blivnir ólátaðir, ella sum eru dotnir.
Um vikuskiftið læt ein maður í Havn onkrar frustratiónir ganga útyvir eina fløsku, sum hann knústi í vegin. Men tað er ikki lov og sostatt fær hann bót fyri tað, so tað bleiv dýrt.
Og so var tað tann obligatoriska hendingin, at onkur følir trongd til at loya sær buksurnar og at rena sín bera afturpart upp undir nasarnar á løgregrelufólki. Tað hendi aftur í havn í nátt, men løgreglan dugir ikki at síggja tað stuttliga í hesum, so tað fær viðkomandi eisini bót fyri.
Um sjálva høgtíðina var annars sera friðarligt.
Men 2. jólakvøld er gamalt veitslukvøld og tað var tað eisini hesuferð. Og í tí sambandinum hevur løgrelan havt nokk at gera, men talan hevur framvegis bara verið um smáttarí og sum ein reyður tráður ígjøgnum alt, sum løgreglan hevur verið tilkallað til, er fyllskapur.
Talan er antin um fólk, sum eru dottin, ella um fólk, sum elva til ófrið og fara til hendurs. Í onkrum førum hava tveir mans meldað hvønn annan.
Onku hevur fingið frammaná og onkur er sligin í høvdið við fløsku. Onkur er dottin niður ígjøgnum einar trappu og annað mangt, sum løgreglan hevur verið upp í í.
Í einum føri varð ein bilførari meldaður, tí mett varð, at hann koyrdi heldur ótrygt. Løgreglan tók hann, men hann var edrúvur. Hann skuldi til ein bát, men hevði góða tíð og tók tað tískil so mikið róligt í bilinum, at tey hildu hann vera skít.
Hinvegin var ein maður tikin fyri at koyra við kenning.