Nógv sluppu ikki við Smyrli

Nógvir bilar stóðu eftir á bryggjuni, tá Smyril seinnapartin legði frá landi í Havn, við kós móti Krambatanga.

 

Tað er ikki óvanligt, at nógv leita sær suður í páskafrítíðini og nógv fólk plagar at vera við Smyrli hesar túrarnar. Fólk, sum Miðlahúsið hevur prátað við, siga, at í dag var eisini nógvur farmur tikin við suður.

 

Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari hjá Strandferðsluni sigur, at hann harmast sjálvandi, at pláss ikki var fyri øllum umborð, men sigur, at skaðin er ikki verri enn so, at Smyril siglur aftur av Havnini klokkan 21.15 í kvøld.

- Tað hava verið nógv fólk við skipinum alla vikuna, og væntandi vera nógv fólk við restina av vikuni eisini. Í kvøld verður so pláss fyri 224 bilum á dekkinum, so eg vænti tey flestu, sum vilja sleppa suður í dag, sleppa við, sigur Jens Petur Brattalíð.