Nógv sluppu at smakka tosk av Føroyabanka

- Tiltakið við Føroyabanka-kvøldum á Barbaru verður tikið upp aftur næsta vár, sigur Johan Mortensen, matentreprenørur og íbirtari.

 

 

Nú Magnus Heinason kom aftur av Føroyabanka, har skipið gjørdi heyst yvirlitstrolingar, eydnaðist eisini matstovuni Barbaru hesaferð at keypa nakað av fiskinum, sum skipið hevði. Hetta gav eisini matstovuni enn einaferð møguleikan at borðreiða við fiski - og serliga toski - av Bankanum.

Johan Mortensen, matentreprenørur og íbirtari, sum eisini hesaferð nýtti høvið at smakka fisk av Føroyabanka, sigur, at tiltøkini á matstovuni í gomlu Havnini enn einaferð eydnaðust sera væl - við fullum húsi og bíðilista til at smakka hesar góðu bitar aftur við onkrum leskandi.

Umframt, at matstovan Barbara hevði fisk av Føroyabanka á síni matskrá í síðstu viku, borðreiddi eisini Áarstova við bankatoski. - Soleiðis, sum eg havi skilt, eru tey sera væl nøgd við undirtøkuna - serliga, tá havt verður í huga, at neyðugt hevur verið við serligum fyriskipanum í hesum korona-tíðum, sigur Johan Mortensen.

##med2##

Matentreprenørurin vísir á, at tað ikki bara vóru føroyingar, sum nýttu høvi at smakka fiskin av Føroyabanka. - Her vóru eisini fleiri útlendingar. Tiltakið verður endurtikið aftur næsta vár, tá okkara nýggi stoltleiki - havrannsóknarskipið Jákup Sverri - fer sín fyrsta túr á Føroyabanka, sigur Johan Mortensen.

##med3##

##med4##