Grandmas Basement, Uni R, Debess og 80ára kvøld í Klaksvík. Fríggjakvøldið vera fløguaktuellu, góðu og garvaðu ?Grandmas Basement? at hoyra
Live í
Club 700 í Klaksvík.
Ungu Klaksvíksdreingirnir hava fyri stuttum givið fløgu út, og eru teir sera vælumtóktir.
Í tí sambandi verður skipa fyri einum sokallaðum Grandmas Basement tour, har ferðin byrjar
í Club 700 komandi fríggjakvøld.
Á loftinum verður tað Uni Debes, sum fer at spæla góðan livandi tónleik.
Leygarkvøldið verður skipað fyri 80´ara kvøldi í Club 700.
Kom við aftur í 80´ini, har diskarin DJ-K1 fer at venda plátum, uppá góða gamla mátan,
nemliga við LP Plátum.
Øll tey sum hava 80´ara outfit, hava
fyrimun. Og fyri at tað skal skapa ein heilt serligan 80´ara
stemning, ja so er bara at finna øll 80´ara klæðini fram, so sum: stór
beltir, beinvarmarar,
nógvar smykkur, prikkuttar blusur osfr.
Á loftinum verður livandi tónleikur, har Mannbjørn Anthoniussen spælir.