Nógv skipasmíð hjá Kartensens

Skipasmiðjan Karstensens Skibsværft, sum nógvir førotyingar kenna, hevur júst fingið ein stóran byggisáttmála við Flemming Pedersen (Cattleya A/S, Esbjerg).

Talan er um bygging av einum nýggjum uppisjóvarskipi, sum verður 69,90 metar til longdar.

Nýggja skipið kemur í flotan fyri verandi Cattleya, sum varð smíðaður á Karstensens Skibsværft í 2006.

Sambært byggisáttmálanum skal nýggja skipið latast eigarunum í oktober næsta ár, men fyri ta tíð skal Karstensens Skibsværft lata ikki færri enn fýra nýbygningar til Noregs og Írlands umframt eitt havrannsóknarskip til Grønlands.

Myndin er av Cattleya, tá skipið varð smíðað í 2006.

Tað er skagensavis.dk, sum ber hesi tíðindi.