Nógv skal rigga

Tað eru ikki smávegis fyrireikingar, sum FBF skal fáa á hondini, nú føroyskur flogbóltur skipar fyri EM-undankapping. Umframt hópin av praktiskum viðurskiftum, sum altíð skulu skipast til slík tiltøk, er talan eisini um stóra mongd av arbeiðsmegi, sum skal til, tá dystirnir skulu avgreiðast. Dómarar skulu sjálvandi setast til dystirnar, men kring hetta skulu eitt nú 40 linjuverjar, 60 bóltgentur, 30 skrivarar og 20 gólvsvabarar standa til reiðar. Sjálvandi verða nøkur nøvn at síggja meira enn tí einu ferðina, men talan er kortini um stóra uppgávu hjá fyrireikarunum.