Norðhavssildin ella fjarðasildin er helst komin aftur á føroysku firðirnar, eftir at hava verið burtur í nógv ár Í gjár fekk ein bátur 12 tons av góðari sild á Tangafirði, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðu sínari.
Tey seinastu árini hevur sild verið at sæð við Føroyar, eisini hava nótabátarnir í 2006 og 2007 fingið væl av sild í føroyskum sjógvi, bæði norðanfyri og eystanfyri. Men sildin hevði enn ikki tikið tað gamla ferðingarmynstrið uppaftur.
Í Íslandi hevur verið sildarok í vetur. Sildin hevur har tikið tað gamla ferðingarmynstrið uppaftur, har hon hevur staðið tøtt inni á íslendsku firðunum.
Í fleiri ár hevur Fiskirannsóknarstovan leigað nótaskip, til at gera kanningar av sildastovninum. Teir hava sagt, at tað er bara ein spurningur um tíð, nær sildin aftur fór at taka tað gamla ferðingarmynstrið uppaftur.
Kanska tað nú er gingið út!