Seinastu tríggjar mánaðarnar hava 17 starvsfólk hjá Postverkinum sagt upp Sambært Postfelagnum hava fólk valt at siga upp, tí tey eru ónøgd við leiðsluna á Postverkinum og kenna seg ótrygg á arbeiðsplássinum.
Sofus Clementsen, postverksstjóri, sigur við Kringvarpið, at 17 fólk eru ikki nógv í mun til tey 300 starvsfólkini á stovninum og í mun til marknaðin annars.
Postverksstjórin heldur, at Postfelagið roynir at sáa split í Postverkinum.
-Vit hava brúkt drúgva tíð upp á at tosa við fólk, men óansæð hvat leiðslan ger, so er Postfelagið frá A til Z kritiskt ímóti leiðsluni, og hesin mivísi kritikkurin skapar ótryggleika, sigur Sofus Clementsen við Kringvarpið.










