John Johannessen
Gravgangurin eftir bretskum gjaldoyra hevur verið ómetaliga stórur, eftir at tað frættist, at Norröna skuldi sigla beinleiðis til Skotlands í sambandi við fótbóltsdystin, ið føroyska landsliðið skal spæla ímóti skotum mikudagin. Hetta eru umboð fyri tveir teir størstu peningastovnarnir í landinum - Føroya Sparikassa og Føroya Banka - samd um.
Føroya Sparikassi sigur, at allir teirra kundar kortini hava fingið síni pund. - Vit plaga at tryggja okkum, at vit eiga nóg mikið av fremmandum gjaldoyra inni, tá ið vit vita, at nógvir føroyingar ætla sær at ferðast. Um summarið hava vit altíð nógv fremmant gjaldoyra inni, og tá ið túrar verða gjørdir um veturin til ávíst land, so syrgja vit altíð fyri, at vit eiga nóg mikið av tí ávísa frammanda gjaldoyranum. Hetta kemur serliga fyri í sambandi við føroyska landsliðið, sigur umboð fyri Føroya Sparikassa.
Umboð fyri Føroya Banka segði okkum í telefonsamrøðu, at ein rúgva av fólki stóð uttanfyri høvuðsdeild bankans í morgun áðrenn bankin opnaði. Hesi høvdu øll tey somu ørindini. Tey vildu hava fatur á bretskum pundum. - Tó var hetta ikki nakar trupuleiki fyri okkum, tí vit plaga altíð at tryggja okkum, at vit eiga nóg mikið av fremmandum gjaldoyra inni. Sjálvandi hava vit ikki so nógv av fremmandum gjaldoyra inni um veturin, men í sambandi við ferðina hjá Norrönu, so keyptu vit væl av pundum. Tískil hava allir kundar okkara fingið síni pund í øllum góðum, sigur umboð fyri Føroya Banka. Hesin leggur afturat, at tað er vanligt í sambandi við slíkar túrar hjá Norrönu, at stórur gravgangur er eftir fremmandum gjaldoyra.