Hetta vikuskiftið verður nógvur politikkur í Klaksvík. Tað er nevniliga soleiðis, at báðir teir stóru samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava sínar ársfundir í Klaksvík hetta vikuskiftið.
Fundirnir ganga upp á skift ímillum tey ymsu økini í landinum og í ár eru tað so Norðoyðingar sum standa fyri tørni at skipa fyri.
Á fundunum hava teir báðir floksformenninir hvør sína fráfreiðing um politisku støðuna, har teir fara at greiða frá um gongdina higartil í valskeiðnum, samstundis sum at teir fara at meta um hesa næstu tíðina, nú valskeiðið fer at halla, áðrenn val verður aftur, í seinasta lagi næsta ár. Annars verður politisk orðaskifti, landsstýrisfólk, løgtingslimir, og onnur fundarfólk siga sína hugsan.
Umframt nevndarval og øll tey formligu viðurskiftini, sum skulu avgreiðast, hava flokkarnir eisini hvør sín gestarøðara við á fundinum.
Á Landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum verður í Skálanum, verður tað Eli Brimsvík, sum er formaður í Havnar Handverkarafelag, sum fer at halda røðu seinnapartin leygardagin
Á Flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum verður á Tekniska Skúla, verður tað eingin annar enn forsætisráðharri Íslands, Katrín Jakobsdóttir, sum verður gestarøðari seinnapartin leygardagin. Men eisini Steingrímur J. Sigfússon, forsetin í íslendska Altinginum, er við á flokstinginum hjá Tjóðveldi.