Nógv mistu sethúsini í kreppuni

Umleið 500 -1000 sethús komu í klemmu í kreppuni.Tað merkir, at fólk, sum mistu sethús, frameftir í áravís gjalda skuld í húsum, sum tey ikki eiga. Tað ger eisini, at nógv ikki hava ein møguleika at fóta sær aftur

Umleið 500 -1000 sethús komu í klemmu í kreppuni.Tað merkir, at fólk, sum mistu sethús, frameftir í áravís gjalda skuld í húsum, sum tey ikki eiga. Tað ger eisini, at nógv ikki hava ein møguleika at fóta sær aftur.

­ Er tað barnsligt at halda, at bankin ella myndugleikarnir hava skyldu veita hesum sethúsaeigararum endurgjald fyri tort og sviðu?

Tað eru tey sum halda, at sethúsaeigarar í 80 ?árunum ofta settu seg fyri alt ov stór lán í tí tíðini, tá peningur varð blakaður eftir teimum í bankunum, og at tey tí sjálvi hava skylduna av, at tey fóru á húsagang.

Ivaleyst eru tey eisini til, sum gjørdu sær dælt av tíðini ið ráddi, men tað eru veruliga fleiri hundrað familjur, sum vegna arbeiðsloysi og torførar umstøður fyri familjuna annars, vóru fyri missi, sum tey als onga ávirkan høvdu á.

Í Føroya Banka fingu einstaklingar avtalur, sum góvu teimum møguleika at varðveita sethúsini, men tað vóru avgjørt ikki øll, ið høvdu vilja at halda fram, sum fingu slíkar avtalur.

Tá Fossbankin fór á húsagang royndu nógvir sethúsaeigarar at snúgva sær undan ábygrd, við eitt nú at gevast at gjalda lán og avdráttir.

Sum kunnugt sleppur eingin snikkaleysur undan ikki at halda sínar skyldur mótvegis peningastovnum, men viðvíkjandi Fossbankanum var øðrvísi. Har kundu fólk keypa lán síni fyri bíligan pening, og soleiðis hóra víðari.

Munurin á Fossbankanum og hinum peningastovnunum var eisini, at Fossbankin var farin á húsagang, og uppgerð skuldi gerast við lántakararnar. Hinir stovnarnir skuldu taka hædd fyri at virka frameftir, og høvdu tí eingi slík tilboð at bjóða sínum viðskiftafólkum.