Nógv missa arbeiðið

Í síðstu viku boðaðu 542.000 amerikanarar frá, at teir høvdu mist arbeiðið, og sambært Bloomberg News var talið størri, enn serfrøðingarnir høvdu væntað og eisini tað størsta síðani 1992.

Serfrøðingarnir, sum Bloomberg News hevði spurt frammanundan, væntaðu, at 505.000 høvdu mist arbeiðið afturat.

Talið í síðstu viku ber í sær, at nú eru meiri enn fýra milliónir amerikanarar arbeiðsleysir, og so nógvir hava teir ikki verið í tali síðani í desember í 1992.